So byrjar MU 2010

Hetta vikuskiftið verður árliga Meistarastevnan fyri Ung, sum er føroyameistarastevnan fyri svimjarar í aldursbólkunum yngri enn junior. Stevnan byrjar í Svimjihøllini í Klaksvík nú fríggjakvøldið 7. mai kl 20, og heldur so áfram við stevnupørtum leygarmorgun kl 10, leygardag kl 16 og sunnudag kl 14.

CIMG5815

Í ár eru aldursbólkarnir á Meistarastevnuni fyri Ung:

  • Bólkur 1: Gentur føddar í 1996-97 og dreingir føddir í 1994-95
  • Bólkur 2: Gentur føddar í 1998-99 og dreingir føddir í 1996-97
  • Bólkur 3: Gentur føddar í 2000-01 og dreingir føddir í 1998-99

Hartil kunnu svimjarar í yngsta aldursbólkinum 4 luttaka sum svimjarar í aldursbólki 3.

Skráin er hendan:

  • Fríggjakvøld 7. mai: Upphiting kl 19:00, kapping kl 20:00
  • Leygarmorgun 8. mai: Upphiting kl 09:00, kapping kl 10:00
  • Leygardag 8. mai: Upphiting kl 15:00, kapping kl 16:00
  • Sunnudag 9. mai: Upphiting kl 13:00, kapping kl 14:00

Stevnan verður formliga sett fríggjakvøldið 7. mai kl 20:00 av Petur Elias Petersen, ÍSF forseta.

Vit kunnu vænta okkum eina spennandi stevnu, við bæði tøttum holmgongum og veruligum heiðursmerkjaslúkum. Í bólki 1 liggja tey bæði Cecilia Eysturdal úr Ægir og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag serliga væl fyri at vinna heiðursmerki, meðan Kristina Elin Thomsen og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag liggja væl fyri í bólki 2. Í bólki 3 er Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag styrkismettur at fara at vinna so gott sum alt, meðan tað hjá gentunum er tættari millum Janu Thomsen úr Reka, Sáru R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag og Jonnu Olsen úr Reka.

Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis á www.svimjing.com/live, umframt at lesa tíðindi so hvørt her á heimasíðuni, umframt á føroyskum svimjiheimasíðum sum www.ssf.fo, www.aegirsvim.fo, www.susvim.com og www.hs.fo.

LiveTiming Fullscreen

[Mynd av nýggju fullskerms-funkuni í LiveTiming, sum verður at síggja á stórskíggja í høllini í Klaksvík]

One thought on “So byrjar MU 2010”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.