Danir broytt kravtíðirnar til DÅM 2010

Sum tit kunnu lesa her á svoem.dk, so hevur Danska Svimjisambandið nú valt at broyta kravtíðirnar hjá “gruppe 2” til Danske Årgangsmesterskaber 2010, sum eru gentur árgang 1998-99 og dreingir árgang 96-97. Talan er sambært SwimNews.dk sum heild um linking av kravtíðunum, uttan í 100 rygg hjá gentum árgang 1999, har kravtíðin nú er 0.5 sekund harðari.

Danska Svimjisambandið skrivar í sínum tíðindum, at tey vóna at svimjarar, venjarar og leiðarar bera yvir við teimum, uttan annars at greiða frá júst hví at kravtíðirnar eru broyttar. Men í kronikkunum á simma.nu lata fleiri venjarar longu heilt illa at, um at hetta verður gjørt so stutt upp undir DÅM. Onkur tí at hendan eina herda kravtíðin rakar svimjara hjá sær, meðan restin fyrst og fremst talar at at enn fleiri svimjarar nú sleppa til eina vanliga fylta stevnu, og mistonkja svimjisambandið fyri at gera hetta til at tjena meira pengar.

3 thoughts on “Danir broytt kravtíðirnar til DÅM 2010”

  1. Rókur, nú er tað so, at fólkini handan Danska Svimjisambandið lesa her á svimjing.com hvønn dag, og nú hava tey fanga hatta við breidd og elitu. So niðurstøðan gjørdist: Fleiri svimjarir til DÅM, og “skidt med kvaliteten” hann kemur seinni.

    With great power comes great responsibility Rókur 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.