Átak fyri svimjihyli í Runavík vaks við 100 limum uppá éin dag

Svimjihyl í Runavík innan 2015‘Turrasta svimjifelag í landinum’ stovnaði herfyri ein áhugabólk á Facebook, undir yvirskriftini “Svimjihyl í Runavík innan 2015“. Limatalið veksur stútt, frá umleið 40 í gjár til eini 160 beint nú, umfatandi eina rúgvu av teimum fremstu innan føroyska svimjing og føroyskan ítrótt sum heild. Um nakar ivast í hvat “Turrasta svimjifelag” er fyri nakað, so er talan um Svimjifelagið Neptun í Runavík, sum varð stovnað í 1963, við endamálinum at fáa ein svimjihyl til økið. Í dag er støðan í Runavík tó ikki betri, enn at lítli læruhylurin í Søldarfirði sambært álítandi keldum er fyltur við stólum.

6 thoughts on “Átak fyri svimjihyli í Runavík vaks við 100 limum uppá éin dag”

  1. … mundi eg sagt :-/

    Vælsignaði meldið tykkum til bólkin, um tit plaga at gera sovorðið. Kanska tey vakna tá.

  2. “Runavíks-politikarar kann man stóla uppá”

    Ajú, sikkurt sum ein kavaman mitt í Colosseum ein heitan juli dag. Ella sum tey flestu vælliftur okra fólkavaldu koma við.

    Nú er so ein sumbingur farin í gongd í Runavík, vónandi gongur betur hesu ferð.

    Okur stuðla so gott okur kunna Terje

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.