De Paula tikin fyri doping

Antidoping-myndugleikarnir hava staðfest vatndrívandi evnið Furosemide í dopingroynd hjá brasilsku Daynara de Paula frá suðuramerikansku meistarastevnuni í Medellin í seinasta mánaða, og hon kann tí vænta sær tvey ára karantenu. Okkurt heilsuumboð hjá brasilska svimjisambandinum sigur at hon møguliga hevur fingið tað av óvart frá onkrum tablettum sum hon keypti á einum apoteki, og undrast annars á at hon verður tikin fyri hetta evnið, við tað at tað ikki hevur positiva árin á ítróttaravrikið hjá svimjarum. Til tað skrivar Craig Lord á SwimNews.com, at hóast vatndrívandi evni vanliga verða brúkt til skjótt vekttap í ítróttum við vektklassum sum boksing, so verður tað eisini brúkt til at skola út spor av øðrum dopingevnum, sum til dømis anabolsk steroid. De Paula kann altso hava tikið tað sum ein roynd at fjala aðra doping.

Ger viðmerking