Kunning um FM/JM 2010

Svimjinevnd SSF hevur í kvøld sent út viðfesta skriv um komandi Føroyarmeistarastevnu / Juniormeistarastevnu 2010, við upplýsingum um tíðarætlan, tilmeldingarkrøv og líkandi. Tilmeldingarfreistin er mánakvøldið 10. mai 2010 kl 21:00.

CIMG6676

Tíðarætlanin er hendan

Hósmorgun 13. mai: Upphiting kl. 08:00, kapping kl 09:30
Hósdag 13, mai: Upphiting kl. 16:30, kapping kl 18:00 – 20:00
Fríggjamorgun 14. mai: Upphiting kl. 08:00, kapping kl 09:30
Fríggjadag 14. mai: Upphiting kl. 19:00, kapping kl 20:40 – 22:40
Leygarmorgun 15. mai: Upphiting kl. 09:00, kapping kl 10:30
Leygardag 15 mai: Upphiting kl. 16:30, kapping kl 18:00 – 20:00

Legg her til merkis, at serliga finaluparturin fríggjadag er tað reina ‘prime time’, rættiliga seint eitt fríggjakvøld.

Kringvarpið sendir beinleiðis frá øllum trimum finalupørtunum.

2 thoughts on “Kunning um FM/JM 2010”

  1. Svimjinevndin heilsar, at upphitingin leygarmorgun er flutt ein tíma, eftir ynski frá venjarunum.

    Havi tí skift viðfestu fíluna út, og broytt tekstin omanfyri, so at upphitinging nú byrjar kl 09:00 leygarmorgun, heldur enn kl 08:00.

  2. Ein skilagóð avgerð. Hóðast tað kanska ikki er nemt at prógva her og nú, so er tað nakað í okur óiva fáa gagn av. Serliga juniorarnar og tey yngru sum hava meira at svimja um fyrrapart. Tey eru væl øll von við at fara í song seinast klokkan 22:00

Ger viðmerking