WatrWing hjálpir svimjarunum at spæla undir vatni

Bjarnason vísti mær á hetta, ið er okkurt slag av róður til svimjarar, so at tey lættari fáa hildið seg undir vatnskorpuni. Á heimasíðuni www.watrwing.com lýst sum fyrst og fremst eitt stuttligt amboð, so at børnini kunnu spæla delfin, men eisini gott til venjing og at styrkja um koordinatiónina.



Tað fær uppbakning frá sjálvum høvuðsvenjaranum á New South Wales Instititute of Sport, ið sigur at ‘tey’ støðugt brúka tað saman við fitjum, til at menna svimjievnini undir vatni og stýring av andadrátti. ‘Tey’ eru tá sambært SwimNews.com olympiskir svimjarar.

Og um tað ikki er nóg gott, so donerar uppfinnarin ein (australskan) dollara fyri hvørt eintak til royndirnar at finna lekidóm ímóti sklerosu. Hon líður sjálv av hesi sjúku, og sigur sum rætt er: “Exercise in water, it’s great for you”.

Ger viðmerking