Undirvatns-ryggsvimjing er skjótari enn heimsmetið

Amerikanski Hill Taylor svimur her 50 metrar undir vatn á rygginum uppá 23.10 sekund, á “Texas Senior Circuit Long Course” stevnuni á langgeil í 2009. Altso næstan eitt sekund skjótari enn heimsmetið á 24.04 sum Liam Tancock eftirfylgjandi setti á HM í Rom… uttan at gera annað enn bara at halda seg (ólógliga) undir vatn allan vegin.
http://www.floswimming.org/coverage/235153-Texas-Circuit-3-Austin/video/186553-m-club-50-lcm-back-final-ha-d3

Swimming Videos on Floswimming


Reglan er sum kunnugt, at svimjarin einans má svimja fyrstu 15 metrar undir vatn, eftir start og hvørja vending. Óivað mest av trygdarávum, til at umganga at svimjarar svíma og drukna, umframt sikkurt til at tryggja at áskoðararnir síggja nakað. Taylor visti sjálvsagt væl av at hann fór at verða kolldømdur, men gjørdi tað allíkavæl.
http://www.floswimming.org/video/186447-231-in-the-50-back-for-Hill-Taylor-kinda

Swimming Videos on Floswimming

2 thoughts on “Undirvatns-ryggsvimjing er skjótari enn heimsmetið”

  1. … at hann sjálvur Garret McGaffrey leggur út við at spyrja um hann byrjar sparkið frá bringuni av, og at Taylor so svarar ‘frá mjadnunum’ (hóast hann annars ikki sigur seg vita hvussu hann ger).

    Hetta passar rættiliga væl við tað sum vit hava hoyrt frá Rejn Haljandi. At sparkið eigur at vera frá mjødnini og niður, har mjødnin verður ‘læst’ beint áðrenn spark, til at tryggja transfer. Og at nógvir amerikanarar gera galið við at ‘slanga’ líka uppi frá bringuni av, so at partur av kraftini fer bara til at flyta mjødnina upp og niður.

    Skeg at McGaffrey spyr til tað amerikanska, og at Taylor tó beinanvegin nevnir tað seinna. Hann veit týðiligvís at hann sparkar frá mjødnini av, líka mikið hvat teir klóku halda seg vita 🙂

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.