Svimjihøllin í Farum stongd vegna Legionella

Eitt ov høgt tal av Legionella bakterium er í dag funnið í brúsuvatninum í Farum Svømmehal, og høllin er tí umgangandi stongd. Tey vita ikki um nakran sum er blivin sjúkur av vatninum, men biðja fólk um at fara til lækna, um tey fáa høgan fepur, høvuðpínu og vøddapínu sum tá ið ein hevur influensa. Legionella bakteriurnar kunnu føra til legionærsjúkuna, sum rakar umleið 100 danir hvørt ár, og sum er eitt álvarsligt slag av lungnabruna, ið kann vera deyðiligt fyri fólk við veikari immunverju. Besta fyribyrging er at tryggja sær at heita vatnið er yvir 63°, so at Legionella bakterian doyr, og at tryggja sær at kalda vatnið ikki verður hitað upp av tí heita. Men nú skulu tey altso til at reinsa rørini væl og virðiliga við klori í Farum, áðrenn høllin kann lata upp aftur. Les t.d. lokalavisen.dk og dr.dk

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.