Pál og Jón strandaðir í Suðurafrika

Man skuldi trúð at tað var lygn, men gosið í Íslandi hevur millum annað havt ta avleiðing, at Pál Joensen og Jón Bjarnason ikki enn eru komnir longur enn til Johannesburg, á heimferðini úr Durban.


Vís Pál og Jón í Suðurafrika á einum størri korti

Upprunaliga skuldu teir flúgva úr Johannesburg kl 19:30 mánakvøldið, men rendu seg har í eini 5000 fólk, sum øll vóru standaði á flogvøllinum. “Eitt verri gedemarked”, heilsaði Jón í SMS, og bað um hjálp at finna eitt hotell í Johannesburg, sum hevði ein 25 metra hyl ella betur. Teir endaðu á Protea Hotel Wanderers, sum lýsti við at hava svimjihyl í olympiskari stødd, ið vísti seg at vera 25 metrar langur. Men hvat, hóast olympiskir hyljar eiga at vera 50 metrar langir, so var hesin um ikki annað 25, og hotellið annars ókey.

Fínar greiðir, dagin eftir aftur á flogvøllin, har teir fingu boð um at tað kundi taka 14 dagar (!) áðrenn teir sloppu heim. Flogfelagið hjá teimum (Air France) heldur uppá at talan er um ‘force majeure’, líka suður til Suðurafrika, og hjálpir tí ikki við hvørki mati ella innivisti. Teir høvdu checkað út av hotellinum, og kundu tí lítið annað, enn at seta seg at bíða í ‘standby’. Og tað sást á boðum á Facebook, at menn vóru troyttir av Johannesburg.

So ringir Cameron van der Burgh (!), suðurafrikanskur heimsmeistari í bringusvimjing. Hann hevði lisið boð frá Páli á Facebook, at hann og Jón vóru strandaðir í Johannesburg. Og sigur tí, ‘eg eri har um ein hálvan tíma’.

Vísti seg at hann býr í Pretoria, sum sambært Google Maps er umleið ein tíma burtur í bili frá Johannesburg, men er eitt sindur skjótari at røkka í einum Audi A3 2.0T Quattro. So teir norður og upp til Pretoria, at búgva og venja hjá sjálvum heimsmeistaranum, í 1800 metra hædd. Húsið er stórt og hylurin luksus 50 metrar, so teir liva sum greivar, skilst úr Suðurafrika.

Í dag koyrdi Cameron teir aftur á flogvøllin, og fór so sjálvur víðari til Cape Town. Á Twitter heilsar hann at “O.R thambo looks like a refugee camp“, við tilvísing til flogvøllin í Johannesburg. Teir báðir eru so í standby har til einaferð í kvøld, tá ið mamma Cameron kemur eftir teimum aftur.

Bestu boð frá Air France um heimferð, er 3. mai kl 19:30, lokala tíð.

2 thoughts on “Pál og Jón strandaðir í Suðurafrika”

  1. Bjarnason heilsaði í SMS umleið kl 18 føroyska tíð, at teir nú høvdu fingið flogferðaseðlar, og flugu um ein hálvan tíma.

    So nú verður tað nokk at finna onkra staðni at sova nær Paris De Gaulle, ella hvar teir nú fara 🙂

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.