Trygd stuðlar temadegi um rørslu og fyribyrging

Trygd hevur játtað, at verða høvuðsstuðul til tiltakið um rørslu og fyribyrging, sum Krabbameinsfelagið saman við Havnar Svimjifelag skipar fyri týsdagin 27. apríl kl. 13-16 á Hotel Føroyum.

Trygd

At røra seg, kann fyribyrgja krabbameini og øðrum sjúkum, og verður hetta fokus á temadegnum. Stórur áhugi er fyri tiltakinum, og nógv hava longu teknað seg.

Á skránni verða fyrilestrar við Bente Klarlund Pedersen, yvirlækna og professara, og Magna Mohr, phD í ítrótti. Sí meira um tiltakið undir “Tema: Rørsla og fyribyrging” á heimasíðu okkara – www.krabbamein.fo.

– Vit meta, at tiltakið er gott og er viðkomandi fyri allar føroyingar, og hava tí valt at stuðla hesum, sigur Jean Djurhuus, stjóri í Trygd. Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag eru sjálvsagt sera takksom fyri, at Trygd vil vera høvuðsstuðul.

Temadagurin er almennur, og øll eru vælkomin. Til ber framvegis at tekna seg hjá Krabbameinsfelagnum á telefon 317959 ella [email protected]

v/ Krabbameinsfelagið
Jákup N. Olsen, formaður

v/ Havnar Svimjifelag
Sigurd L. Lamhauge, formaður

Ger viðmerking