Trygd hevur játtað, at verða høvuðsstuðul til tiltakið um rørslu og fyribyrging, sum Krabbameinsfelagið saman við Havnar Svimjifelag skipar fyri týsdagin 27. apríl kl. 13-16 á Hotel Føroyum.
At røra seg, kann fyribyrgja krabbameini og øðrum sjúkum, og verður hetta fokus á temadegnum. Stórur áhugi er fyri tiltakinum, og nógv hava longu teknað seg.
Á skránni verða fyrilestrar við Bente Klarlund Pedersen, yvirlækna og professara, og Magna Mohr, phD í ítrótti. Sí meira um tiltakið undir “Tema: Rørsla og fyribyrging” á heimasíðu okkara – www.krabbamein.fo.
- Vit meta, at tiltakið er gott og er viðkomandi fyri allar føroyingar, og hava tí valt at stuðla hesum, sigur Jean Djurhuus, stjóri í Trygd. Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag eru sjálvsagt sera takksom fyri, at Trygd vil vera høvuðsstuðul.
Temadagurin er almennur, og øll eru vælkomin. Til ber framvegis at tekna seg hjá Krabbameinsfelagnum á telefon 317959 ella [email protected].
v/ Krabbameinsfelagið
Jákup N. Olsen, formaður
v/ Havnar Svimjifelag
Sigurd L. Lamhauge, formaður
Nýggjar viðmerkingar
20 tímar 23 min síðani
5 dagar 13 tímar síðani
5 dagar 13 tímar síðani
5 dagar 13 tímar síðani
5 dagar 18 tímar síðani
5 dagar 19 tímar síðani
5 dagar 20 tímar síðani
5 dagar 20 tímar síðani
5 dagar 21 tímar síðani
6 dagar 1 min síðani