Kunning um Meistarastevnuna fyri Ung 2010

Viðfest er innbjóðing til árligu Meistarastevnuna fyri Ung, at verða í Klaksvík 7. – 8. mai 2010. Meistarastevnan fyri Ung er føroyameistarakappingin fyri yngru aldursbólkarnar 1, 2 og 3, umframt at svimjarar úr allaryngsta aldursbólkinum 4 kunnu luttaka sum svimjarar í bólki 3.

Skráin er hendan:

  • Fríggjadagur 7. mai: Upphiting kl 19:00, kapping kl 20:00
  • Leygarmorgun 8. mai: Upphiting kl 09:00, kapping kl 10:00
  • Leygardagur 8. mai: Upphiting kl 15:00, kapping kl 16:00
  • Sunnudagur 9. mai: Upphiting kl 13:00, kapping kl 14:00

Meistarastevnan verður sett fríggjakvøldið 7. mai kl 20:00 av Petur Elias Petersen, ÍSF forseta

Høvuðsdómarar verða Elin Matras og Evald Rasmussen

Grodan fílurin verður sendur út í hesi vikuni

Kostnaðurin fyri einkultstartir er kr 15, og fyri liðsvimjingar kr 60.

Kvittan skal verða SSF í hendi áðrenn MU byrjar. Peningurin skal flytast á konto 9865 4953732 í Norðoya Sparikassa.

Um svimjari ikki møtir, má læknaváttan fyriliggja, um ikki váttan fyriliggur má tað felagið ið umboðar svimjaran, bøta við kr 100 fyri hvørja kapping svimjarin er meldaður til.

Um talan er um lið, ið ikki møtir til liðsvimjing, so má bøtast við 4 ferðir kr 100.

Vit ynskja øllum eina góða meistarastevnu.

Við svimjikvøðu
Svimjinevndin

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.