Viðfest er innbjóðing frá Havnar Svimjifelag, til "SMS Flaggdagsstevnu" fyri yngru aldursbólkar okkara 1 til 4 í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin 24. apríl 2010. Kappast verður á 50 og 100 metra teinunum, umframt í 200 blandað, og í yngstu bólkunum eisini á 25 metra teinum. Onkur serlig skipan verður eisini brúkt til finaluumfarið, ið krevur at luttakararnir svimja minst 3 innleiðandi kappingar, og har finalistarnir so verða funnir við at leggja saman FINA stig frá hesum innleiðandi kappingum.
| Viðfesti | Stødd |
|---|---|
| Innbjoding-til-HS24042010.doc | 168.5 KB |
| GR100424.txt | 2.8 KB |
| Invitation_SMS_Flagdagsstevna_Tórshavn_2010-04-24.lef | 9.28 KB |
Viðmerkingar
HS skipar fyri døgverða eisini
Einans 40 krónur, fyri karrybollar og rís
http://www.havnarsvimjifelag.com/index.php?id=90
25m
Gevur nokk ikki nøkur FINA stig, ella hvussu er?
Gott at vita fyri at fáa 3 galdandi kappingar við hjá teimun ungu ;)
Havnar Svimjifelag
Halló, hava tykur ein úrslitalista?
Ella kemur hann út saman við úrslitalistanum fyri havsvimjing? hehehe
Ja eg veit, sera ótolin :)