Geoff Huegill is back, 45 kg lættari

Avstralski firvaldasvimjarin Geoff Huegill vann silvur og bronsu á olympisku leikum í Sydney í 2000, og gjørdist hareftir heimsmeistari í 50 firvald í Fukuoka í 2001, við nýggjum heimsmeti 23.44. Seinni gavst hann við svimjingini í 4 ár, bólnaði upp til 138 kg, og stríddist við depressión. Men fyri tveimum árum síðani tók hann seg so saman aftur, og vann nú á avstralsku meistarastevnuni í vár aftur 50 firvald, 45 kilo lættari, við tíðini 23.46. Sum hann sjálvur sigur tað, á heimasíðu síni, “inspiration in action!”.

Ger viðmerking