Úrslit frá SuSvim stevnuni 17. apríl 2010

Viðfestur er offisielli úrslitalistin frá SuSvim stevnuni í gjár, umframt RE-fíla til hagtalsbrúk. Gott at síggja at Malan Vitalis Bærendsen er komin aftur í aftur og vann bæði 50 og 100 bringu, og at Guðrun Holm Jacobsen eisini hevur verið røsk at kappast. Men annars eru tað serliga juniorarnir sum dominera kappingina, við til dømis Poulu og Biritu í front í sínum sergreinum, við Ceciliu sum vinnara í bæði 100 og 200 frí, og við Tanju sum vinnara í 200 bringu. Og so Pauli hjá monnunum, ið nú dregur gullið heim til Havnar Svimjifelag.

3 thoughts on “Úrslit frá SuSvim stevnuni 17. apríl 2010”

  1. Um vit síggja burtur frá aldursbólkunum, so var samlaða støðan hendan:

    1. SuSvim – 9 gull 8 silvur 3 bronsu
    2. HS – 5 gull 5 silvur 5 bronsu
    3. Ægir – 4 gull 5 silvur 8 bronsu
    4. FLOT – 4 gull 4 silvur 2 bronsu
    5. FS – 2 gull 2 silvur 2 bronsu

    Heiðursmerkjavinnarar (í opna bólkinum)

    • Birita Debes (1995), FLOT – 4 gull, 1 silvur
    • Pauli Ø. Mohr (1991), HS – 4 gull, 1 bronsa
    • Eyðbjørn Joensen (1996), SuSvim – 3 gull, 1 bronsa
    • Jón Hofgaard (1992), SuSvim – 2 gull, 1 silvur
    • Cecilia Eysturdal (1996), Ægir – 2 gull, 1 bronsa
    • Malan V. Bærendsen (1991), SuSvim, 2 gull
    • Poula Ø. Mohr (1995), FS – 2 gull
    • Óli Mortenden (1996), HS – 1 gull, 2 silvur, 1 bronsa
    • Heðin L. Olsen (1994), Ægir – 1 gull, 1 silvur, 1 bronsa
    • Tanja Skaalum (1997), SuSvim – 1 gull, 2 silvur
    • Monika Biskopstø (1994), Ægir – 1 gull, 3 bronsa
    • Sofus Bech (1994), SuSvim – 1 gull, 2 bronsa
    • Guðrun H. Jacobsen (1992), HS – 3 silvur, 1 bronsa
    • Bjarni M. Petersen (1992), Ægir – 2 silvur, 1 bronsa
    • Turið S. Christiansen (1996), Ægir – 2 silvur, 1 bronsa
    • Tróndur Olsen (1992), FLOT – 2 silvur, 1 bronsa
    • Jóhann Heðinsson (1995), FS – 2 silvur
    • Astrið Foldarskarð (1994), FLOT – 1 silvur, 1 bronsa
    • Erna Katrin Olsen (1996), SuSvim – 1 silvur
    • Guðrun Mortensen (1997), SuSvim – 1 silvur
    • Helena Strøm Sævarsdóttir (1994), SuSvim – 1 silvur
    • Kristina Elin Thomsen (1998), SuSvim – 1 silvur
    • Pætur Leo (1997), SuSvim – 1 silvur
    • Alvi Hjelm (1996), Ægir – 1 bronsa
    • Bjørk Svabo Róadóttir (1997), 1 bronsa
    • Dánjal Hestoy (1990), HS – 1 bronsa
    • Jonna B. Thomsen (1996), FS – 1 bronsa
    • Sunnleyg Eliasen (1997), FS – 1 bronsa

    Eitt lítið tipp er at eg her havi brúkt lef-fíluna saman við “Result Viewer” hjá Spash Software, til at síggja hvussu nógv heiðursmerki tey ymisku hava vunnið. Splash Software eru tey sum reka http://www.swimrankings.net

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.