Poula 1:07.90 og juniormet í 100 firvald

Poula Ø. MohrPoula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag setti í dag nýtt føroyskt juniormet í 100 metra firvaldasvimjing, á SuSvim stevnuni í Vági. Tíðin hjá Poulu var 1:07.90, har metið hjá Hilduri á Fløtti frá kapping í Havn í fjør var 1:08.01. Poula eigur nú metini hjá juniorgentum bæði í 50 og 100 firvald, eftir at hon her í vetur legði hesa svimjigrein afturat hinum sergreinunum hjá sær, ið vóru serliga frí, rygg og blandað.

One thought on “Poula 1:07.90 og juniormet í 100 firvald”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.