Pál nr 3 í finaluni í 1500 í kvøld

Pál Joensen gjørdist í kvøld nummar 3 í 1500 frí finaluni á suðurafrikansku meistarastevnuni á langgeil. Tíðin hjá honum var 15:21.84, og Jón Bjarnason ljóðar ikki heilt nøgdur, í SMS úr Durban. “Tungur frá byrjan av, føldist ongantíð gott”. Suðurafrikanski Heerden Herman varð nummar 1 við tíðini 15:06.75, og síðani kom Mark B. Randall við 15:09.75 Pál skuldi eftir øllum at døma royna at koma undir 15 minuttir, men tað riggaði altso ikki hesuferð. “Kanska tí at upphitingin endaði fyri 2 tímum síðani”. Pál hevur nú ikki fleiri kappingar eftir á suðurafrikansku meistarastevnuni, og teir báðir fara tí at royna at sleppa heimeftir nú í næstu viku, so langt sum øskan nú einaferð loyvir teimum. Sí úrslit her á ssa.sportza.co.za.

One thought on “Pál nr 3 í finaluni í 1500 í kvøld”

  1. Eins og í Beograd í 1500m, so var tað taktiskt skeivt at svimja sum okur vóru einigur um at hann skuldi royna at gera. Løgi nokk so vóru teir báðir Heerden og Mark, nógv skjótari úti enn eg hevði rokna við, og tá ið Pál, sum okur annars ætlaði at hann skuldi, ongantíð fekk kontakt við teir báðar sum lógu frammanfyri lið um lið og kappaðust, so gjørdist hann nakrar irriterandi 1/10 partar ov seinur hvønn 50m, og tað kostar jú, Pál lá aleinaður eftir 600m ímillum Heerden/Mark og Chad Ho. Men tað sum er lært situr fast, og var ikki betur ógjørt. Seinni í summar tá ið hann aftur skal royna seg, eri okur jú tað klókari. Ein 1500m á langgeil SKAL kanska “frontloadast” tá ið ein eitur Pál 😉 Hetta er als ikki sum ein 25m hylur, og her mugu fleiri kappingar til í 50m hyli. Eins og okur lærdu til World Cup hvussu tað best riggar.

    Okur eru vónandi heima allar seinast týsdagin 😉

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.