Nógv áhugaverd úrslit úti í heimi, hesa vikuna

Farnu viku hava meistarastevnur verið í Suðurafrika, Fraklandi, Italia og Japan, við nógvum áhugaverdum úrslitum. Sum heild sæst nú at superdraktirnar veruliga gjørdi mun, við tað at tað var langt millum vinnaratíðir betur enn í fjør, við tað at so fá tjóðarmet eru sett, og við tað at vinnaratíðirnar á meistarastevnunum bara í einstøkum førum eru betri enn í fjør. Einki heimsmet er sett í ár, og onkrir svimjarar tykjast at detta niður í millum, meðan nýggjar ella fyrrverandi stjørnur knappliga strála.

Til dømis setti 17 ára gamli Yannick Agnel í kvøld nýtt franskt met í 200 metra frísvimjing, við frálíku tíðini 1:46.35, á langgeil. Til samanberingar svam Ian Thorpe 1:46.00 tá ið hann var 17, og Michael Phelps 1:48.90. Tíðin hjá Agnel er besta tíð í heiminum í ár, meðan evropeiska metið og heimsmetið hjá týska Paul Biedermann (í superdrakt) er 1:42.00.

Í Japan vísti serliga ryggsvimjarin Ryosuke Irie knúsandi styrki, við at svimja 200 rygg uppá 1:55.52. Hann eigur nú tríggjar tær bestu tíðirnar í heiminum í 200 rygg í ár, meðan heimsmetið hjá amerikanska Aaron Piersol (í superdrakt) frá HM í Rom í fjør er 1:51.92. Irie svam sjálvur 1:52.86 í fjør, sum tá hevði verið heimsmet, um ikki tað eftirfylgjandi vísti seg at hann hevði brúkt einar ólógligar svimjibuksur.

Í Fraklandi vísti Alain Bernard at hann kann svimja eisini uttan superdrakt, við at svimja heimsins bestu tíð í 100 frí á langgeil í ár, 48.32 í hálvfinaluni á fronsku meistarastevnuni. Hann kvalifiseraði seg tá til EM í Budapest í 100 frí fyri Frakland, saman við William Meynard á 48.79 og Yannick Agnel á 48.99. Men Gilot bankar eisini uppá landsliðspláss í hesi grein (har LEN loyvir 4 svimjarum úr somu tjóð til innleiðandi men ikki finalu), við at vinna finaluna í heimsins næstbestu tíð í ár, 48.52. Fraklendingar brúka onkra løgna skipan við at kravtíðin skal klárast í hálvfinaluna, og at man síðani skal verða millum 4 teir skjótastu í finaluna, so tað er ikki vist at Gilot sleppur við til Budapest allíkavæl, í hesi grein. Heimsmetið hjá Cesar Cielo frá í fjør er 46.91. Og aftur, so svam Phelps 51.98 tá ið hann var 17, og Thorpe 49.71, í mun til at Agnel klárar 48.79.

Í Italia vann 20 ára gamli Cesare Sciocchetti 400 frí við tíðini 3:48.93, og Samuel Pizzetti 800 frí við tíðini 7:51.42. Í Japan bleiv Kitajima nummar 4 í 200 metra bringusvimjing, tá ið Ryo Tateishi við 2:09.21 setti heimsins bestu tíð í ár. Heimsmetini eru aftur langt burturi, 3:40.07 í 400 frí, 7:32.12 í 800 frí og 2:07.31 í 200 bringu.

Í Fraklandi prógvaði Frederick Bousquet at hann enn kann svimja 50 frí skjótt, tá ið hann við 21.71 setti heimsins skjótastu tíð í ár. Ikki heilt hansara 20.94 frá í fjør, og heldur ikki 20.91 sum Cesar Cielo kláraði í desember í fjør, men tó skjótari enn nakar annar í ár.

Italska Federica Pellegrini er við aftur, við 4:04.30 í 400 frí og 8:27.54 í 800 frí. Heimsmetið hjá henni er 3:59.15 frá Rom í fjør, og heimsmetið hjá Rebecca Adlington frá OL í Beijing 8:14.10.

Í Japan kláraðu teir tríggir Hidemasa Sano, Takeshi Matsuda og Ryusuke Satada at svimja 1:56.40, 1:56.41 og 1:56.63 í 200 firvald, sum er heimsins næstbesta, triðbesta og fimtbesta tíð í ár. Kitajima kann eisini svimja skjótt, við at svimja heimsins næstbestu tíð i 100 bringu í ár, 1:00.41. Heimsmetið hjá Phelps í 200 firvald er 1:51.51, og tað hjá Brenton Rickard í 100 bringu 58.58. Og Kitajima megnaði eisini at seta japanskt met í 50 bringu, við 27.30, har heimsmetið hjá Cameron van den Burgh er 26.67. Van den Burgh svam sjálvur 27.93, á stevnuni í Suðurafrika.

Franski Frederick Bousquet og suðurafrikanski Roland Schoeman megnaðu báðir at seta heimsins bestu tíð í 50 firvald í ár, við 23.58 á hvør sínari meistarastevnu. Heimsmetið hjá spanska Rafael Munoz Perez er 22.43, frá stevnu í Malaga í fjør.

Soleiðis kann man blíva við, at síggja hvussu tey hesa vikuna settu ‘heimsins bestu tíð í ár’, men tó so eru ofta rættiliga langt frá tíðunum frá í fjør. Onkuntíð er onkur svimjari veruliga dottin niður í millum, og nógvar krúnir hava tí skift høvd; men eg velji her at lata verða við at nevna ‘tapararnar’, við tað at orsøkin jú eisini kann vera annað enn bara draktirnar. At tey kanska venja minni, ella bara í ár eru verri fyri, sum jú tað altíð endar við, hjá okkum øllum, fyrr ella seinni. Niðurstøðan er tó greið, at tað er ógvuliga torført at seta heimsmet í ár, kanska serliga hjá monnunum í stuttibuksum nú.

One thought on “Nógv áhugaverd úrslit úti í heimi, hesa vikuna”

  1. Ryo Tateishi svam 59.84 í mun til 59.91 Kitajima, og vann harvið sambært SwimNews.com allar tríggjar bringusvimjingarnar á japansku meistarastevnuni. So Tateishi vann altso eisini 50 bringu, hóast Kitajima í innleiðandi setti japanskt met.

    Roland Schoeman svam í 50 frí triðbestu tíð í heiminum í ár, 22.04, sum sambært SwimmingWorld vísti yvirraskandi høgt støði í frí á suðurafrikansku meistarastevnuni, “as top-five world ranked times went up in the shortest and longest distances”.

Ger viðmerking