Pál nummar 3 í innleiðandi 1500 frí í morgun

Hetta havi eg frá manninum sjálvum, yvir Facebook úr Durban. Tíðin hjá Páli var 15:56, meðan Mark B. Randall “bombaði avstað og svam 15:23”, og Heerden Herman í fyrsta riðli svam 15:53. Pál sigur sjálvur, at hann var eitt sindur moyrur frá teimum 800 í gjár, og tí ikki vildi gera meira burtur úr enn so, at hann í morgin kundi liggja á geil við síðuna av geilini hjá Randall. Tað eydnaðist, “so alt í alt er tað heilt OK”.

Finalan verður sum kunnugt í annaðkvøld, leygardag 17. apríl, móti endanum av finalupartinum sum byrjar kl 17:00 føroyska tíð. Mítt boð er umleið kl 19:00, soleiðis sum tað gekk í gjárkvøldið. Jón Bjarnason nevndi í viðmerking í gjár, at Heerden Herman fer at royna eftir eini tíð undir 15:14,96, til at sleppa við til Commonwealth Games fyri Suðurafrika. Og tí spardi hann seg frá teimum 800.

Ger viðmerking