Pál skjótastur í 800 frí innleiðandi

Pál Joensen var í morgin skjótasti svimjari av øllum, í innleiðandi riðlunum av 800 metrar frí á suðurafrikansku meistarastevnuni, og fær tí bestu geil í finaluni í annaðkvøld. Offisiellu úrslitini síggjast ikki enn á ssa.sportza.co.za, men Jón heilsar í SMS úr Durban, at tíðin var 8:24.7?, og at tað var nemt. “Úti á 4:17 og heim á 4:07.” Argasti kappingarneytin Heerden Herman meldaði frá teimum 800 í morgun, sambært Bjarnasyni tí at hann sparir seg til 1500 frí fríggjadagin.

5 thoughts on “Pál skjótastur í 800 frí innleiðandi”

  1. Í dag er okkurt galið við tlf-internetinum her. Eg havi meira enn ringt við at senda sms, og at skriva hetta tók mær eina evigheit. VISA kortini hjá okon kunnu ikki nýtast (kanska ikki so býtt hehe)
    Men hetta hevur sikkurt ávirkan á teirra “live” timing.

    1. Chad Ho (½ kinesari) er ein ótrúliga fittur drongur, og sjálvandi ein knasandi góður svimjari. 3. pláss til HM í 5km Open Water er ikki bara bara 😉

      Tá ið hann, kom á mál í morgun sigur hann við Pál, og tá eru teir akkurát komnir á mál. “hatta var eitt ótrúliga seint útlegg fyrstu 400m, føldist akkurát sum 4:17,0”

      Tykur kunnu kanna split-tíðina hjá honum við 400m. :o)

  2. Heerden skal svimja skjótari enn vinnarin av 400m frí, og sum eitt minimum undir 15:14,96 í 1500m frí leygarkvøldið. Hetta fyri at sleppa við til Common Wealth Games fyri RSA, og tað er tí at hann sparir uppá kreftirnar og meldaði frá 800m frí.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.