Pál 1:52.06 og nr 8 í 200 frí finaluni

Pál Joensen gjørdist í kvøld nummar átta av tíggju, í 200 metra frí finaluni á suðurafrikansku meistarastevnuni í Durban. Tíðin var 1:52.06, har hann í innleiðandi riðlunum í morgun svam 1:52.87. Jón Bjarnason heilsar í SMS úr Suðurafrika, at fyrsti 50 metur ikki var so penur, men at restin var við javnari ferð, lágum frekvensi, 2-takts beinsparki og góðum teknikki. “So nú er bara at gleða seg til 800m frí í morgin.”

Vinnari av teimum 200 frí gjørdist favoritturin Jean Basson, sum við sínum afrikanska meti frá heimsmeistarastevnuni í Rom í summar hevði tilmeldingartíð 1:45.67. Hann svam 1:48.48 nú í kvøld, frammanfyri Darian Townsend á 1:49.68, og tann við Pál javngamla Sebastien Rousseau á 1:50.22.

Beint frammanfyri Pál var Heerden Herman, sum við 1:51.63 gjørdist nummar 7 í kvøld, og sum er áhugaverdur tí at hann er styrkismettur at verða argasti kappingarneyti hjá Pál í komandi 800 og 1500 frí. Pál hevur sum kunnugt bestu tilmeldingartíð av øllum í bæði 800 og 1500 frí; men Herman er ikki langt aftanfyri í 800, og bara 1 sekund frá í 1500. Til nú er støðan millum teir báðar, at Pál vann á Herman í 400, men at Herman so aftur vann á Pál í 200.

One thought on “Pál 1:52.06 og nr 8 í 200 frí finaluni”

  1. Tað gekk bara heilt ok í kvøld. Sprintirnar eru av vegnum, og nógv gott kom burturúr. Eg gleði meg sum sagt til 800m innleiðandi í morgin. Ikki tí at hann skal svimja eina kanón tíð, men til at arbeiða víðari við teknikkinum sum okur eru byrjaðir uppá. Alexander V. Petryaev (biomekanikari – Rókur kann siga frá) er her og ger analysu av finalunum. Og hann vísir Pál stóran áhuga, og tað er nokk so stuttligt at práta við hann.

    Okur komu heim í kvøld við Cameron van der Burgh í einum Audi A3 2.0T Quattro.
    Tað gekk eitt sindur skjótari enn tá ið menn svimja 50m 😉

    Okur hoyrast í morgin.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.