Pál nr 4 í innleiðandi 400 frí í morgun

So er suðurafrikanska meistarastevnan byrjað, við innleiðandi riðlum frá klokkum 10 av í morgun, suðurafrikanska tíð. Pál gjørdist nummar 4 í innleiðandi 400 frí, við tíðini 3:57.86 aftanfyri Mark B. Randall á 3:53.98, Jean Basson á 3:55.58 og Jay-Cee Thompson á 3:57.83. Aftanfyri hann er Riaan H. Schoeman við 3:59.37, Heerden Herman við 3:59.55 og Chad Ho við 4:00.11, so talan var altso um rættiliga tætta kapping í morgun, um mittargeilarnar í finaluni. Finalan verður einaferð eftir kl 18 í kvøld, aftur suðurafrikanska tíð, sum er sama tíð sum donsk tíð. Fylgið við úrslitunum her á sportza.co.za.

hylurin ikki klárur enn

[Kappingarhylurin í Durban]

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.