Krabbameinsfelagið og HS undir felags átak til at fyribyrgja sjúku

Týsdagin 27. apríl skipa Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag fyri temadegi um rørslu og fyribyrging, við fokus á hvussu rørsla kann vera týðandi táttur í at fyribyrgja krabbameini, hjarta- og æðrasjúkum, sukursjúku (typu2 diabetes) umframt øðrum sjúkum. Hartil eru tey farin undir at fyrireika eitt nýtt rørslutilboð fyri fólk ið hava krabbamein. Sí viðfesta tíðindaskriv, lesið á hs.fo, krabbamein.fo ella víðari her niðanfyri.

Tíðindaskriv Tórshavn 6. apríl 2010

At røra seg, kann fyribyrgja krabbameini og øðrum sjúkum

Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag skipa fyri einum temadegi um rørslu og fyribyrging. Fokus verður sett á, hvussu rørsla kann vera týðandi táttur í at fyribyrgja krabbameini, hjarta- og æðrasjúkum, sukursjúku (typu2 diabetes) umframt øðrum sjúkum.

Tiltakið verður 27. apríl kl. 13-16 á Hotel Føroyum.

Á skránni verður ein fyrilestur við kendu donsku Bente Klarlund Pedersen, yvirlækni og professari. Hon hevur skrivað fleiri bøkur, millum teirra bókina ”Motion på recept” og hevur granskað nógv innan rørslu og fyribyrging av sjúkum.

Vit eru fødd at røra okkum, og at vera óvirkin er eins vandamikið og at roykja, er ein av boðskapunum hjá professaranum. Hon vísir á, at vøddar okkara ikki einans hava sum uppgávu at skipa rørslur, men at teir eisini framleiða ymisk hormonlíknandi evni, nevnd myokinir, ið fyribyrgja sonevndum lívsstílssjúkum sum sukursjúku, tarm- og bróstkrabba, hjartasjúkum, demens og tunglyndi.

Eisini fer Bente Karlund Pedersen at umrøða hvussu nógv tað kostar samfelagnum at fólk eru óvirkin, og hvussu nógv ið sparast kann, um tað eydnast at fáa fólk at røra seg meira.

Umframt danska professaran fer Magni Mohr, phD í ítrótti, at halda fyrilestur undir heitinum ”Tað loysir seg, at røra seg”.

Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin. Neyðugt er tó at tekna seg hjá Krabbameinsfelagnum á telefon 317959 ella ffk [kurla] krabbamein.fo.

Nýtt tilboð til krabbasjúklingar

Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag eru farin undir at fyrireika eitt nýtt rørslutilboð fyri fólk, ið hava krabbamein. Tað er vísindaliga prógvað, at rørsla veksur um mótstøðuførið móti sjúkum og at krabbameinssjúklingar, sum íðka ítrótt og røra seg nógv, hava betri lívsgóðsku og størri møguleika at liva longri.

v/ Krabbameinsfelagið
Jákup N. Olsen, formaður

v/ Havnar Svimjifelag
Sigurd L. Lamhauge, formaður

One thought on “Krabbameinsfelagið og HS undir felags átak til at fyribyrgja sjúku”

  1. Teldupostur frá HS í dag:

    Hey tit

    Vegna ólag á flogferðsluni er Temadagur 27 apríl : At røra seg, kann fyribyrgja krabbameini og øðrum sjúkum fyribils útsettur

    HS/sigurd

Ger viðmerking