Svimjing best umtókta ítróttargrein á Youth Olympic Games

TODAY Online skrivar her at svimjing og lop av vippu til nú eru best umtóktu ítróttargreinar av teimum 26 á komandi Youth Olympic Games í Singapore, um man hyggur at atgongumerkjasøluni. Har er útselt til tey 8 umførini av lop av vippu, har 800 áskoðarar kunnu vera til hvørt umfar, og nærum útselt til tey 12 umførini av svimjing, sum hvørt kann hýsa 1800 áskoðarum. Aðrar ítróttargreinar eru til dømis frælsur ítróttur, badminton, bogaskjóting, fótbóltur, fimleikur, hondbóltur, judo, rógving, borðtennis og flogbóltur.

One thought on “Svimjing best umtókta ítróttargrein á Youth Olympic Games”

  1. Úrvalsdeildin hjá danska svimjisambandinum avgjørdi herfyri ikki at luttaka á ungdóms-OL, fyri heldur at fokusera uppá EM í Budapest í summar.

    Tey nevna sum grundgeving at: “Da YOG og EM afvikles på samme tidspunkt, vurderer vi at det sportslige udbytte vil være betydeligt større ved at deltage ved EM end ved YOG. Blandt andet fordi svømmerne derved kommer til at deltage i både stævne og forberedelse sammen seniorlandsholdet, hvis erfaringer de vil kunne drage nytte af.

    http://svoem.dk/billeder/bloggere/LarsS%C3%B8rensen/retningslinieryog2010.pdf

Ger viðmerking