Gydesen 54.66 og danskt met í 100 rygg á langgeil

Danski Matthias Gydesen prógvaði í gjárkvøldið á Ohio State Grand Prix í USA, at tað ber til at svimja eisini hjá monnum at svimja skjótari uttan superdrakt. Fyrst betraði hann um sítt danska met við 7 hundraðpørtum, tá ið hann í innleiðandi 100 rygg svam 55.48, har hansara gamla met frá Darmstadt í juli í fjør var 55.55. Og síðani morlaði hann aftur metið í finaluni, tá ið hann vann silvur við tíðini 54.66, aftanfyri Nick Thoman, men frammanfyri millum aðrar Markus Rogan úr Eysturríki. Gydesen vann sum kunnugt 100 firvald á hesi stevnu fyri nøkrum døgum síðani, og vann eisini gull á NCAA stevnuni í 100 rygg. Og tíðin hjá honum var forrestin eisini undir teir 55.99, sum var kravtíðin hjá dønum til EM í Budapest, fyri hansara aldursbólk árgang 1988 og yngri.


One thought on “Gydesen 54.66 og danskt met í 100 rygg á langgeil”

Ger viðmerking