Cochrane fyrsti maður undir 15 minuttir í 2010

Kanadiski Ryan Cochrane megnaði í gjár at svimja 1500 frí undir 15 minuttir á langgeil, á kanadisku úttøkustevnuni til Pan Pacific stevnuna millum Kanada, USA, Japan og Avstralia. Tíðin hjá honum var 14:56.83, og hann er harvið fyrsti svimjari í 2010, sum megnar at svimja undir 15 minuttir í hesi grein. Besta tíð hjá Cochrane er hansara kanadiska met frá OL í 2008, á 14:40.84, men sjálvur sigur hann seg vera sera nøgdur við úrslitinum í gjár: “It’s about what I went in the Olympic year, so I’m glad”. Les SwimmingWorld Magazine

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.