Enn bara kvinnur sum klára EM-kravtíðir hjá dønum

Eg yvirsá at juniorsvimjarin Amalie Emma Thomsen eisini kláraði kravtíð til EM í Budapest í gjár, tá ið hon á donsku meistarastevnuni á langgeil gjørdist nummar trý í 800 frí, við tíðini 8:44.81 aftanfyri Lotte Friis og írsku Grainne Murphy. Nú eru tær so fimm kvinnur sum hava klárað EM-kravtíðirnar hjá dønum, umframt Mie Ø. Nielsen ið sum nevnt er ov ung til at luttaka í Budapest í summar. Millum mennirnar er tað nokk serliga Jakob Andkjær sum er nær við, tá ið hann við 49.81 í 100 frí var bara 2 tíggjundapartar frá at sleppa við. Danir kappast í morgin og í ovurmorgin afturat, áðrenn liðið verður úttikið.

Tær sum hava klárað kravtíðina

  • 100 frí, Jeanette Ottesen (87) 55.48
  • 200 frí, Lotte Friis (88) 1:59.99
  • 400 frí, Lotte Friis (88) 4:10.71
  • 800 frí, Lotte Friis (88) 8:36.63
  • 800 frí, Amalie Emma Thomsen (94) 8:44,81
  • 100 rygg, Pernille Larsen (92) 1:01.98
  • 100 rygg, Mie Ø. Nielsen (96) 1:02.33 (men ov ung)
  • 100 bringu, Rikke Møller Pedersen (89) 1:09.66
  • 200 bringu, Rikke Møller Pedersen (89) 2:25.52
  • 100 firvald, Jeanette Ottesen (87) 58.63

One thought on “Enn bara kvinnur sum klára EM-kravtíðir hjá dønum”

  1. Mismunurin er so sjónligur nú, at tað neyvan gongur long tíð til “Lordurin” byrjar at skriva um at fáa draktir aftur til bæði kyn, ella at kvinnur bert eiga at svimja í bikini 😉

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.