Mie klárað kravtíð til Budapest, men er ov ung

13 ára gamla Mie Ø. Nielsen stóð fyri sensatiónini í gjár, á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hon fyrst vann juniorkappingina í 100 rygg um morgunin, fyri síðani at gerast nummar 2 í senior-hálvfinaluni um kvøldið. Tíðirnar vóru 1:03.25 um morgunin og 1:02.55 um kvøldið, har danska kravtíðin til EJM í Helsinki er 1:04.97, og 1:02.69 til EM fyri gentur árgang 1990 og yngri. Men Mie er ov ung til at hoyra til aldursbólkarnar sum kappast á EJM, og hartil ov ung í mun til aldursmørkini hjá evropeiska svimjisambandinum til EM í Budapest. Mie er dóttur tiltikna Benny Nielsen, sum vann OL silvur í Seoul í 1988. Lesið t.d. her á Politiken.dk.

Nú eru tær annars tríggjar sum hava kvalifiserað seg til EM í Budapest. Lotte Friis kláraði kravtíðina í 200 frí fyrradagin, og í gjár kláraði Pernille Larsen so neyðturviliga kravtíðina í 100 rygg, tá ið hon við tíðini 1:01.98 svam skjótari enn Mie. Hartil kláraði Jeanette Ottesen kravtíðina í hálvfinaluni í 100 frí, tá ið hon svam 55.61, har kravtíðin hjá teimum eldru damunum er 55.83. Rikke Møller Pedersen svam eisini eina góða tíð í 50 metra bringusvimjing, tá ið hon vann gull við tíðini 31.95, sum er 0.85 sekund frá hennara danska met. Men her hava danir ta heldur løgnu reglu, at hóast 50 bringa er á EM skránni, so kunnu svimjarar ikki kvalifisera seg í greinini, av tí at hon ikki er olympisk svimjigrein.

Ger viðmerking