Svimjing er eisini lívbjarging

DSC_0084Sum tit sikkurt hava hoyrt ella lisið í fjølmiðlunum, so er tað í dag 80 ár síðani at Ernestina fór á land á suðurlandindum undir Íslandi, í kavaroksódn. Morgunin eftir vóru 9 menn farnir fyri borð, og hinir høvdu ikki útlit fyri øðrum. Men tá var tað at Ziska Jacobsen bjóðaði seg til at svimja í land og fáa enda fastan, undir ringast hugsandi umstøðum. Hann varð meira ella minni skolaður upp á land, men fekk tó línuna við í land og festað, so at 17 av 26 monnum bjargaðust. Í sendingini í Kringvarpinum í dag hoyrdu vit Ziska sjálvan siga, tá einaferð í 1971, at orsøkin til at hann yvirhøvur bjóðaði seg til at svimja, var at hann var vanur við at svimja. Tað sigur ikki so lítið, um hendan ítróttin sum vit eru so glað fyri.

One thought on “Svimjing er eisini lívbjarging”

  1. Sendingin “80 ár síðani Ernestina fórst” hjá Kringvarpinum liggur her.

    Brot úr bókini “Ernestinu” (2009):

    “Skiparin heitti tá á Ziska Jacobsen, ið var góður svimjari, um at royna at svimja í land, men skiparin sá tó, at brimið breyt langt upp í bergið. Sjálvt um Ziska tá hevði kunnað svomið inn ímóti landi, hevði ikki verið gjørligt at komið á land”

Ger viðmerking