Frederik Siem Pedersen sjúkur upp undir DM

Danska stórtalentið Frederik Siem Pedersen hevur síðani fríggjadagin verður raktur av onkrari ígerð, sum læknarnir á sjúkrahúsinum í Hillerød ikki hava kunnað eyðmerkt, og tískil heldur ikki kunnað givið viðgerð ímóti. Talan kann vera um alt frá blindtarmsbetendilisi til salmonellaeitran, og støðan er so at hann ikki hevur kunnað vant í 5 dagar, her upp undir donsku meistarastevnuna. Frederik eigur donsku juniormetini frá 50 til 400 frí á langgeil, umframt í 50, 200 og 400 metra frí á stuttgeil. Hann er árgang 1991, og tí ikki longur juniorur, men hevði væl stadigvekk sett nøsina upp eftir at kvalifisera seg kanska til EM í Budapest í summar. Les her á swimnews.dk

Ger viðmerking