Jo Jackson er við at forkoma av astma

Bretska Joanne Jackson vann bronsu í 400 frí á OL í Beijing, setti heimsmet í greinini í mars 2009, og vann silvur á HM í Rom í august. Men vegna astma mátti hon melda avboð til landsdystin ímóti USA í desember, og síðani er tað bara versnað. Ein samanseting av astma, køldum vetri, influensa og kroniskum biholubetendilsi merkir, at hon hevur ikki kunnað vant meira enn 30-40% av tí sum hon og venjarin halda at hon átti .. og at hon til tíðir hevur havt astma-anføll so ógvuslig, at fysioterapeuturin eftirfylgjandi mátti seta rivjabein upp á pláss aftur, sum vóru hoppað út.

Hon fær ikki trenað startir og styrkivenjing, tí at bringukassin í løtuni er so viðbrekin. Tey geva henni ongan kjans at koma at luttaka á EM í Budapest í august, men tó so fer hon nú at luttaka á úttøkukapping hjá bretum, til Commonweath Games í Delhi í oktober. Ikki fyri at gerast millum favorittarnar, men fyri bara at koma á liðið. Langtíðarmálið er og verður OL í London í 2012, og tað er tí kanska bara gott at hetta hendi so mikið langt frá 2012, so at tey komandi ár kunnu verja seg betur.

Eftir úttøkukappingina í næsti viku verður fundur millum venjara, landsvenjara, ítróttarstjóra og lækna, at gera eina langtíðarætlan fyri Jackson, har læknin sigur at tvey týdningarmestu stigini vera, at fáa røttu medisinsku viðgerð til hana, og at koyra hana á venjingarlegur í heitum londum, tá ið influensafarsóttirnar herja um veturin.

Onkur serliga góður heilivágur kallaður Xolair finst ímóti astma, sum tó er á royndarstøði og ógvuliga dýrur, og sum tí sambært galdandi reglum krevur at hon fyrst hevur verið regluliga á sjúkrahúsi ella skaðastovu. Men tað hevur Jackson ikki, av tí at hon sum partur av bretska svimjiliðnum er “surrounded at Loughborough University by health experts who monitor her daily”, og tí ikki hevur havt tørv á at fara á vanliga skaðastovu. Og har er møguliga okkurt við at hon ikki fær ‘bara’ skift yvir til at fáa vanligan astmaheilivág sprændan inn í kroppin í stórum dosum, av tí at tey eru eitt slag av sterois, sum dopingreglurnar krevja at íðkarin einans andar í seg. Jackson og tey hava British National Health Service um at hon skal sleppa at brúka hendan heilivág, sum kostar upp til 8000 bretsk pund ella umleið 66.000 krónur um árið, men hava so ikki fingið svar enn.

Lesið her á SwimNews.com

Picture courtesy of The Wolf, cc by.

2 thoughts on “Jo Jackson er við at forkoma av astma”

  1. In fourth on 4:14.66 was Joanne Jackson, a second swimmer of Renshaw’s struggling at the moment.

    The Olympic and world championship medallist was clearly suffering at the end of her heat and was attended by the Britain team doctor before swimming down. Jackson is waiting to hear whether the British health service will give the special permission needed in Britain for her to be prescribed an expensive non-steroidal asthma drug. World-class arthletes are, of course, precluded from taking steroids and other medicines on a banned substances list in sport.

    http://www.swimnews.com/news/view/7568

    1. Læknarnir mæltu til at droppaði finaluna, vegna anfallið í innleiðandi. Harvið er hennara luttøka á EM í Budapest ivasom, við tað at hon ikki hevur kvalifiserað seg í annað enn til stafettina í 4×200 frí. Men har er tað tó so, at tá ið fyrst tú ert úttikin fyri okkurt í Bretlandi, so kunnu liðleiðararnir velja at lata teg svimja okkurt annað eisini. LEN loyvir 4 svimjarum úr hvørjum landi at luttaka í innleiðandi, um enn bara 2 úr hvørjum landi í hvørjari finalu.

      http://www.swimnews.com/news/view/7569

      Craig Lord koyrir annars á við eini ordiligari svadu, í hasi greinini: All that remains to be said is: come on Yorkshire Primary Care Trust – get your tardy, pen-pushing finger out for a great London 2012 prospect. All it takes is a little time set aside to sign a form for a young woman who works hard every day of her life in between all those others you’ve signed for obese folk who have spent a lifetime stuffing their faces with fat and find it hard to get breath into lungs surrounded by several tons of lard (yes, we all know they’re out there and costing the health service a weighty fee).

Ger viðmerking