Føroyskir svimjarar til OL

Tíðindaskriv frá ÍSF og SSF

Ítróttasamband Føroya og Svimjisamband Føroya fegnast um at kunna kunngera, at í framtíðini fara føroyskir svimjarar frítt at kunna luttaka fyri Føroyar í øllum FINA-kappingum, sum t.d. HM, EM og World Cup kappingum, samstundis sum teir umboða Danska Kongaríkið á Olympisku leikunum. Skiftið millum føroyska og danska landsliðið í samband við OL-luttøku gevur onga karantenu.

Stóra framgongdin innan svimjing seinnu árini hevur havt við sær, at allar Føroyar vóna at síggja føroyingar svimja á olympisku leikunum í London 2012. Hetta hevur tó ikki verið gjørligt uttan so, at teir valdu at skifta til útlendskan tjóðskap.

Føroyar hava á jøvnum føti við hini Norðurlondini sjálvstøðugan limaskap í altjóða svimjisambandinum, FINA. Hetta hevur havt við sær, at um onkur velur at skifta tjóðskap t.d. fyri at kunna luttaka í OL, hevur viðkomandi fingið 12 mðr. karantenu ísv. skiftið. Hendan skipan gjørdi tað ítróttarliga ógjørligt at skifta tjóðskap.

Seinasta árið hevur samskifti verið millum Ítróttasamband Føroya, Danska Ítróttasambandið, Svimjisamband Føroya og Danska Svimjisambandið, Altjóða Olympisku Nevndina, IOC, og Altjóða Svimjisambandið, FINA. Endamálið hevur verið at funnið eina smidliga loysn, ið loyvir føroyskum svimjarum at taka lut í Olympisku leikunum fyri Danska Kongaríkið, samstundis sum teir umboða Føroyar í øllum øðrum altjóða kappingum.

Ítróttasamband Føroya sær tað sum sína fremstu uppgávu at verja áhugamálini hjá føroyskum ítróttafólkum, og tá føroyskir svimjarar nú eru á einum slíkum ítróttarligum støði, at teir hava møguleika fyri at kvalifisera seg til OL, valdu Ítróttasamband Føroya og Svimjisamband Føroya at taka upp samráðingar við avvarandi altjóða felagsskapir.

Talan er um serskipan, og samráðingar vera í næstum millum partarnar, um hvussu praktisku viðurskiftini skulu skipast millum Føroyar og Danmark fram móti OL. Ítróttasamband Føroya fer samstundis í gongd við at arbeiða fyri at víðka skipanina til aðrar ítróttagreinir, har Føroyar hava sjálvstøðugan altjóða limaskap. Ætlanin er samstundis at arbeiða fyri, at føroyingar fáa møguleika at luttaka í øðrum tiltøkum hjá altjóða og evropeisku olympisku nevndunum, eitt nú Youth Olympic Games og European Youth Olympic Festival.

Ítróttasamband Føroya leggur dent á, at nýggja skipanin onga ávirkan hevur á áhaldandi arbeiðið at vinna Føroyum sjálvstøðugan olympiskan limaskap. Royndin at vinna Føroyum sjálvstøðugan limaskap byrjaði fyrst í 1980-unum, men higartil eru Føroyar eins langt frá olympiska limaskapinum, sum tá byrjað varð. Altjóða Olympiska Nevndin tvíheldur um regluna í Olympiska skjalinum, sum sigur, at nýggj limalond bert verða upptikin, um tey eru sjálvstøðugir statir, ið eru viðurkendir av altjóða samfelagnum.

Ítróttasamband Føroya og Svimjisamband Føroya

Sí eisini tíðindi her á www.isf.fo og her á www.ssf.fo

7 thoughts on “Føroyskir svimjarar til OL”

  1. Faroe Islands
    The National Olympic Committee of the Kingdom of Denmark is recognised by the IOC which includes Denmark and the two self-governing countries of Greenland and the Faroe Islands. In aquatics, the Faroe Islands are recognised by FINA as a full member (“Sport Country”) and at FINA events the athletes compete under the Faroese flag. However, at the Olympics they should represent Denmark but that doesn’t mean the change of nationality which would otherwise mean a temporary suspension of the swimmer from FINA events. The FINA Bureau – based on the recommendation of the Legal Commission – accepted this approach and approved the future Olympic participation of Faroese athletes as members of the Danish Olympic team.
    http://www.finamagazine.org/FinaMagazine_2010-2.pdf

    1. Vónandi er hetta ikki ein sovipúta og nakað sum ger at IOC aldrin loyvir okon at umboða FAR til OL.

      Ber so til at hava føroyska merkið (mini flag) við til eitt nú innmarch til Opening Ceromony um so er at ein klárar donsku kravtíðirnar?

      TAÐ hevði rigga væl 😉

  2. Tíðindini komin á http://www.swimnews.dk:

    Problemstillingen har før betydet at svømmere fra Færøerne har skulle skifte statsborgerskab for at stille op ved OL, hvilket har betydet en et års karantæne.

    Det har IOC og FINA imidlertid lavet om på nu, så Færøerne, og Grønland, nu kan stille op under deres “eget land” ved FINA mesterskaber (VM, EM, osv.), mens de ved OL kan stille op med den danske delegation, uden først at skulle i karantæne.
    http://www.swimnews.dk/?1111

    1. 1991 páskatúr til London við Norrønu, tað var gott. Ok eg var dekkari umborð, men tað var stuttligt 😉

  3. Kuwait: The IOC is to allow youngsters from Kuwait to compete at the Youth Olympics in Singapore despite having suspended the local Olympic committee for “political interference”. The decision was made to “respect the rights of athletes”. The Kuwaitis will compete under the IOC flag.

    Hetta sigur “Lord of the baði-Ring” á swimnews

Ger viðmerking