Kalendarafundurin 2010

Svimjisamband Føroya hevði sín árliga kalendarafund í kvøld, har starvsnevnd og svimjinevnd saman við leiðarum og venjarum úr føroysku svimjifeløgunum avtalaðu hvussu svimjiárið skal síggja út teir næstu 16 mánaðirnar. Avtalaði kalendarin sæst her á svimjing.com, her á ssf.fo umframt beinleiðis her á google.com/calendar.



Av høvuðstiltøkum kunnu nevnast, at næsti landsdystur millum Føroyar og Ísland verður í Íslandi leygardagin tann 9. oktober 2010. Hetta er fyrsta vikuskifti í heystferiuni, og Svimjisambandið hevur tí avgjørt at skipa fyri eisini eini eftirfylgjandi venjingarlegu í Íslandi, fyri landsdystarhópinum og svimjarum sum venja fram ímóti NJM í desember 2010. Hesin hópur fer úr Vágum fríggjadagin tann 8. oktober, og kemur heim aftur eina viku seinni, fríggjadagin tann 15. oktober.

Til at kunna velja svimjarar út til hendan landsdyst, verður úttøkustevna í Tórshavn tann 18. og 19. september 2010. Hetta er kanska eitt sindur djarvt av Svimjisambandinum, at vænta at svimjarar eru klárir til úttøkustevnu so mikið tíðliga eftir summarferiuna; men vónin er sjálvsagt at svimjararnir taka ímóti avbjóðingini.

Longu tann 23. og 24. september er aftur úttøkustevna, til norðurlendsku juniormeistarastevnuna og heimsmeistarastevnuna á stuttgeil í desember. Hendan úttøkustevna verður í Klaksvík, og verður vælsagtans ein av týdningarmestu stevnum her heima á klettunum, heysthálvuna 2010.

Kalendarafundurin avgjørdi eisini at leggja fyrstu føroysku meistarastevnu fyri Masters í Klaksvík tann 13. til 14. november 2010. Fyri fyrstu ferð ein stevna fyri einans svimjarar frá 25 ára aldur og uppeftir, við eftirfylgjandi sosialum tiltøkum.

So er alt hitt uttanlanda um heystið, so sum EM í Budapest í august, hasin landsdysturin ímóti Íslandi í oktober, World Cup í Berlin, Moskva og Stockholm í oktober og november, NJM og HM í desember, og møguliga eisini EM í Eindhoven í november. Hetta seinasta er rættiliga ivasamt, við tað at starvsnevnd SSF í prinsippinum hevur samtykt ikki at luttaka á EM á hesum sinni, nú FINA hevur valt at leggja HM so tætt uppat EM. Men um vit fara at luttaka har, so verður úttøkustevnan tann sama sum til NJM og HM, í Klaksvík tann 23. til 24. september.

HS skipar aftur fyri síni X-mas kapping í desember, sum jú eydnaðist yvir forvæntning í fjør. Hinvegin ætlar Svimjisambandið ikki at senda landslið til Reykjavík International í januar 2011, og eiheldur at samskipa nakra felags ferð tá. So at skilja, at tað sjálvsagt enn er frítt í boði hjá feløgunum at samskipa sína egnu ferð til Íslands í januar, soleiðis sum fyrr hevur verið gjørt, og soleiðis sum summi gjørdu í ár.

Í mars 2011 verður aftur Masters stevna, hesuferð í Vági, sum partur av stevnu eisini fyri yngri svimjarar. Síðst í apríl verður avgerandi úttøkustevnan til Oyggjaleikir á Isle of Wight og evropeisku juniormeistarastevnuna 2011, umframt møguliga til norðurlendska ungdómsmeistarastevnu. Hetta seinasta krevur at norðurlendingar á komandi fundi hjá norðurlendska svimjisambandinum samtykkja at hava hesa stevnu á hvørjum ári, heldur enn annaðhvørt ár. Og so er HM eftir, ið eisini verður á sumri 2011, men sum tíverri krevur at svimjararnir skulu uttanlanda at kvalifisera seg, á serliga góðkendum langgeilastevnum. NUM verður forrestin beint eftir Oyggjaleikir, um norðurlendska svimjisambandið avger at hava hana eisini í 2011.

Meistarastevnan fyri Ung og Føroyska Meistarastevnan verða ávíkavist tann 13. – 15. mai og 20. – 22. mai 2010, í Klaksvík og í Havn. Og hartil eru ætlanir um at hava fyrstu føroysku meistarastevnu fyri lið tann 11. juni, sum eina ‘tjubang-stevnu’ nakrar tímar tað leygarkvøld, har kappast verður á líknandi hátt sum tá ið landsdystur er millum Føroyar og Ísland, men nú við liðum frá føroysku svimjifeløgunum. Hetta er tvær vikur áðrenn farið verður til Isle of Wight.

Og so eru allar hinar svimjistevnurnar fyri yngri og eldri svimjarar, runt um hesi stóru og/ella serligu tiltøk. Ymisk skeið fyri venjarar, dómarar og teldufólk fyrst í heysthálvuni 2010, og ymiskar prominentar vitjanir áðrenn og aftaná summarferiuna. Eg fari ikki at lova ov nógv, fyrr enn tær reellu avtalurnar eru fingnar upp á pláss, men fólkini á fundinum fingu so ymiskt at hoyra 🙂

Ger viðmerking