Avstraliarar føla eisini “The Post-Poly Blues”

Avstraliarar kappast hesa vikuna á avstralsku meistarastevnuni á langgeil, sum plagar at vera ein av teimum heilt skjótu kappingunum. Men avstraliarar stríðast sum sveisarar og onnur við nú at skula svimja uttan superdraktir, og støðan er tí til dømis, at Brenton Rickard ‘einans’ kláraði 1:00.19 í 100 bringu, hóast hann eigur heimsmetið á 58.58 frá HM í Rom í fjør. Stephanie Rice sigur at hon skal heilt aftur til tíðirnar hjá sær frá 2007, til at kunna meta um sítt støði nú. Les usatoday.com

Av góðum úrslitum frá marts mánaða í Avstralia kunnu nevnast, at Therese Alshammar í fjør setti heimsmet í 50 firvald, sum tó varð tikin frá henni, av tí at hon hevði eina (vanliga) svimjidrakt undir superdraktini. At Eamon Sullivan og Libby Trickett settu heimsmet í 50 frí har í 2008, umframt Libby Trickett í 100 frí, og Stephanie Rice í 200 og 400 blandað. At tað sjálvsagt gekk gott hjá Avstralia á heimabana á HM í Melbourne í marts mánaða 2007. Og at Leisel Jones setti heimsmet har í 100 bringu í 2006, tá ið har var sama slag úttøka sum í ár, til Commonwealth Games.

2 thoughts on “Avstraliarar føla eisini “The Post-Poly Blues””

  1. Ein sera flott tíð hjá Bobby, og óiva ein favorittur til at vinna 1500m til Commonwealth Games í New Delhi, men long tíð er til 3 okt. 😉

Ger viðmerking