Bo Jacobsen og Dale Oen viðmæla Jungle Sports

Kringvarpið vísti í gjár donsku sendingina “Ha’ det godt“, har tey royndu ymiskar alternativar ítróttir. Ein av hesum var “Jungle Sports“, har íðkarnir gera styrkiøvilsi við hjálp av stroppum sum hanga úr loftinum, og eftir øllum at døma trena kroppskjarnuna líka nógv sum armar og bein. Tað kravdi lítið og einki, annað enn at nakrar stroppar og so okkurt at hanga teir upp í. Og tað minnti øgiliga nógv sum okkurt sum vit á Clinic fyri árum síðani sóu Alexander Dale Oen og onnur gera í Bergen.

Eg havi leitað eitt sindur á netinum, og síggi at millum annað Alexander Dale Oen stendur sum ein ið viðmælir venjingarháttin, saman við Bo Jacobsen høvuðsvenjara hjá WestSwim. Konseptið er danskt, eisini kallað “Slyngetræning”, og kann síggjast á www.jungle-sports.com, har tey millum annað hava eitt videosavn við í øllum førum 87 øvilsum, sum kunnu síggjast uttan at skula gjalda nakað.



Hetta sær rímiliga perfekt út til svimjarar, við tað at hann sjálvur instruktørurin í sendingini allatíð tosaði um at halda “kropps-stammuna” upp á pláss. Eg minnist eisini frá Clinic, at onkur fysioterapeutur (var tað Jacob Iversen?) beinleiðis rósti Stig Leganger-Hansen, venjara hjá Alexander Dale Oen, fyri tey øvilsi sum vit sóu á hansara video frá venjingini hjá Vestkantsvømmerne. Sum yvirhøvur var venjing í stroppum og “trillebøru-øvilsi”, umframt aðrar ítróttargreinar. Vit eru fleiri her heima sum hava avrit av hesi videofílu, um onkur er áhugaður at síggja hetta.

Til ber at síggja “Ha’ det godt” partin um Jungle Sports her á dr.dk

Her er ein góð ein, úr onkrum forferdiliga larmandi fitness-sentri í DK. Hoyr síðsta setningin, um tit tola nøkur banniorð 🙂

5 thoughts on “Bo Jacobsen og Dale Oen viðmæla Jungle Sports”

  1. Sum svar til tín spurning. Ja tað var Iversen! 😉

    Annars var nógv tosa um hetta á venjingarleguni í Potsdam, og har eru teir farnir undir at víðariútvikla hetta við at seta elastik á til okkurt øvilsi, og vektir á til okkurt annað. Sera áhugavert, men krevur pláss, pláss sum okur ikki hava beint nú 🙁

    Eg havi video frá Vestkantsvømmerne, og okur hava brúkt nakað av tí teir gera, og broytt nógv øvilsir fyri at passa tey til okra umstøður og avmarkaða gólvpláss.

    Men um onkur er sum vil keypa sær útgerð av hesum slagi, sig so frá, kanska okur kunnu keypa tað saman og fáa tað til ein betri prís.

    Rókur minnist kanska, at hann hevur eina “avtalu” við Iversen um at koma til Føroyar, og hetta hevði kanska passa væl inn í eitt vikuskifti har Alexander Dale Oen kemur, tí tað vil hann fegin, og Home (hann frá Potsdam) vil sera fegin koma hendan vegin, og so ljóðar hetta sum eitt tiltak sum kann nýtast til sera nógv, av sera nógvum fólki 😉

    1. Rókur minnist kanska, at hann hevur eina “avtalu” við Iversen um at koma til Føroyar

      – arbeitt verður við málinum, og vit eru faktiskt komin nokk so langt 🙂

    2. Dáman spyr um tað ikki krevur serliga gott festi í loftið, áðrenn man kann brúka sovorðnar slyngur. ‘Nei nei, hesin krókurin tolir 1600 kg’, svarar instruktørurin.

      – nú var tað kanska ikki akkurát (metall-)krókin sum hon hugsaði um, men um loftið. Tað er jú munur á at binda hetta um ein bjálka, ella festa krókin í eina gips-plátu.

      1. Hugsaði tað sama 😉

        “krókurin tolir 1600kg” men er so illa festur í loftið at hann tolir bert 75kg ;o)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.