Sveis merkir sviðan av manglandi superdraktum

Sveisarar eru pressaðir í løtuni, nú einki met varð sett á sveisku meistarastevnuni farna vikuskiftið, og einans tveir kláraðu kvalifikatiónstíð til EM í Budapest í summar. Fyrrverandi landsliðsvenjarin François Willen heldur at ov nógv hava dúvað uppá draktir og góð úrslit frá 2009, ið nú mugu aftur til harða venjing, og at tey (tí?) fara at missa eitt hálvt ættarlið. Ein annar venjari heldur trupulleikan vera mentalan, at summir svimjarar halda Sveis vera ov lítil ein tjóð, til at kunna gera seg í altjóða kapping. Les 20min.ch og swimnews.com

One thought on “Sveis merkir sviðan av manglandi superdraktum”

  1. Willen veit óiva hvat hann tosar um… eg trúgvi at okur koma at síggja hetta í nógvum londum.

    Ein ávísur Amaury Leveaux sum hevur heimsmetið í 100m frí í 25m hyli, liggur beint nú sum nr.18 á world rankings í 1500m frí. GITA HVÌ? Tíðin 15:41,65 er undir 4 sekundir frá Colbertaldo við 15:37,75

    Altso venur skjótasti 100m sprintarin í heiminum í 100m frí óiva sum ein annar Popov gjørdi nú ongar draktir eru meira ;o)

    Tað verður spennandi at síggja Leveaux til EM í summar. Kanska hann svimur 200m?

    Tí so er lagt upp til ein gysara uttan líka.

    Amaury Leveaux, Yannick Agnel, Paul Biedermann, Filippo Magnini, Nikita Lobintsev & Daniil Izotov er allir førur fyri at geva Phelps skarpa mótstøðu í 200m frí trúgvi eg. Vónandi síggja okur teir til EM í 200m frí.
    Ja ok, ikki Phelps 😉

Ger viðmerking