Meira video frá Masters-stevnuni leygardagin

Her eru nakrar videoir afturat frá Masters-kappingunum leygardagin. Tann fyrsta er við sangi og øllum, tá ið garpar úr Havn vísa hvussu starturin sá út í gomlum døgum (les: flatur og ófatiliga harður fyri búkin) …



Her imponerar Anja Joensen úr Havn, við at fylgja væl við Karinu í 100 blandað, og egentliga missa mest bara tí at hon ikki vendir líka skjótt sum Karina …

Her eru tað teir báðir Sonni Eliasen og Petur Heðin, sum hava valt geil 1 at vera numero uno …

Og her er tað Annika Antoniussen úr Havn, sum vísir at hon ikki hevur gloymt hvussu man svimur tvær longdir skjótt …

Her er tað ein tøtt kapping millum Sonna Eliasen og John D. Olsen í 100 blandað …

Remi Lamhauge fuskar í 100 bringu …

Og at enda kanska orsøkin til at Hestoy ikki vann á Mikkelsen. Legg til merkis at restin hitar upp, sum Pál …

Allar videoir hjá hesari heimasíðu kunnu síggjast á www.youtube.com/svimjing

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.