Forboðið er gott fyri Friis, ringt fyri Møller Pedersen

Sporten.dk skrivar her at forboðið ímóti superdraktum sær út til at vera til fyrimuns fyri Lotte Friis, meðan Rikke Møller Pedersen hevur tað harðari. “For mig er det ikke så anderledes i forhold til den dragt, jeg svømmede i til OL, så jeg tænker ikke så meget over det”, sigur Friis, um tað at draktirnar nú aftur minna um tað slagið sum hon svam við á OL í Beijing, ímóti kappingarneytum sum tá vóru í Speedo LZR superdrakt. Men Pedersen hevur tað verri, við tað at hennara styrki var serliga ‘glíðið’ undir vatn, har superdraktirnar góvu serligan fyrimun. Les eisini her á fyens.dk, har Pedersen sigur seg miða eftir heiðursmerkjum í 100 og 200 bringu á EM í Budapest í summar.

4 thoughts on “Forboðið er gott fyri Friis, ringt fyri Møller Pedersen”

    1. jaja Malan, tað gongur skjótt. Hann skrivaði yvirskiftina við gamla navninum, og ikki var hann meira enn liðugur, so var hon gift Nielsen 😉

    2. Nú eg hugsi yvir tað, so hevur Rókur óiva havt ein ávísan danskan landsliðsvenjara í (yrkk..) bøkkasparkan í huganum tá ið hann skrivaði “Møller Nielsen”

      Kanska er ikki so stórur munur á Rikke og Richard, men halló, Rikke er SVIMJARI!!! 😉

Ger viðmerking