Úrslit frá junior/senior-stevnuni í dag, 13. mars 2010

Viðfestur er offisielli úrslitalistin frá junior/senior-stevnuni í Klaksvík í dag, umframt RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Til nú vita vit um éitt juniormet, tá ið Poula Ø. Mohr í innleiðandi riðlunum svam 50 firvald uppá 30.29 sekund. Útskiljingsfinalurnar lista bara upp hvør svimjari sum yvirlivdi longst, næstlongst osfr, uttan nakrar tíðir. Og gevið gætur, tit sum lesa hagtalsfílur inn í WinGrodan, at har mest sannlíkt kemur klutur í av hesum, við tað at besta tíðin hjá til dømis Poulu í finaluni í 50 firvald, í lef- og RE-fílunum er skrásett at vera 0,01 sekund.

DSC_3066

3 thoughts on “Úrslit frá junior/senior-stevnuni í dag, 13. mars 2010”

  1. Svend Åge heilsar í telduposti, at tit ikki skulu lesa hesar hagtalsfílur inn. Rættaðar útgávur koma í morgin.

  2. Frætti nú at tær fýra Cecilia Eysturdal, Eva Trygvadóttir, Turið S. Christiansen og Monika Biskopstø úr Ægir settu juniormet og seniormet í 4×200 frí, við tíðini 8:58.93.

    Cecilia Eysturdal setti tá eisini sum fyrsti svimjari í stafettini føroyskt juniormet í 200 frí, við tíðini 2:09.82.

    Og dreingirnir hjá Ægir settu eisini føroyskt juniormet í 4×200 frí, tá ið Hjørtur á Fløtti, Alvi Hjelm, Sigmundur Mørkøre og Bjarni M. Petersen svumu strekkið í tíðini 8:46.71

Ger viðmerking