Team Danmark gav í gjár út hendan bókling, við 19 handgrípiligum viðmælum frá ítróttargranskarum, til hvussu venjarar og íðkarar í "Elitesport med høj intensitet" kunnu arbeiða fram ímóti toppúrslitum. Svimjing er ein av hesum ítróttum, sum krevja stóra mongd av harðari venjing, við nógvum endurtøkum og eyka venjing afturat ítróttargreinini. Og har íðkararnir hava somu likamligu og sálarligu trupulleikar; at langt er millum kappingar, at tey ikki fáa hvílt nóg nógv og tí fáa skaðar sum tey ikki sleppa av við aftur, tí at tey eru von at venja við pínu, og at tey kunnu fáa etingarólag av tí at kroppsvektin hevur týdning fyri úrslitið.
Ráðini eru millum annað, viðvíkjandi sálarfrøðina, at ansa eftir at íðkarin inn í millum kann 'løða upp aftur', og at hugsa langt heldur enn ímóti úrslitum í allarnærmastu framtíð. Viðvíkjandi likamligu venjingina, at raðfesta tunga og eksposiva styrkivenjing høgt, og at minka venjingarnøgdina við 50% upp ímóti teimum mest týdningarmestu kappingunum. Og viðvíkjandi kost, at venja og kappast "á fullan tanga", bæði tá ið tað kemur til kolvætu og vatn, og at fylla upp aftur við kolvæti og protein beint eftir venjing.
Her eru yvirskriftirnar á teimum 19 ráðunum, úr bóklinginum:
Sálarfrøði
Venjing
Styrkivenjing
Matur
Team Danmark skrivar í sínum tíðindaskrivi, at viðmælini eru "til landets bedste trænere og atleter". Men eg haldi við teimum á SwimNews.dk, at tey tó so kunnu vera verd at hava í mentu hjá okkum restina eisini, til at skapa eitt so gott umhvørvi so gjørligt í feløgum og ítróttarsambandi.
Nýggjar viðmerkingar
16 tímar 31 min síðani
1 vika 1 dagur síðani
1 vika 2 dagar síðani
2 vikur 6 dagar síðani
3 vikur 5 dagar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
5 vikur 4 dagar síðani
5 vikur 5 dagar síðani
5 vikur 5 dagar síðani
5 vikur 5 dagar síðani