Eysturríkskur venjari royndi at gera sjálvmorð eftir ákæru um barnaporno

SwimmingWorld Magazine skrivar í kvøld, at eysturríkski svimjivenjarin Helge Godecke hevur roynt at gera sjálvmorð, nú eftir at løgreglan í Linz framdi eina húsarannsókn hjá honum. Eftir øllum at døma hevur hann í loyndum filmað tveir ungar dreingir sum hugdu at porno. Godecke er ein av bestu venjarum í Eysturríki, sum hevur vant svimjarar sum Dominik Koll, David Brandl, Jordis Steinegger og Nina Dittrich. Hann er beinanvegin koyrdur frá øllum landsliðsarbeiði í landinum.

Ger viðmerking