Čavić, Korotyshkin, Mankoč o.a. kappast leygardagin fyri Haiti

SwimNews.com skrivar her um eina kapping nú leygardagin í italska býnum Torraca, til frama fyri Haiti, har høvuðsattraktiónin er ein holmgonga millum Milorad Čavić, Yevgeny Korotyshkin og Peter Mankoč í 50 metra firvald. Čavić hevur hildið ein steðg síðani HM í Rom í fjør summar, til at klára høvdið og loyva kroppinum at lekja seg aftur. Korotyshkin vann 100 firvald á EM í Istanbul í desember, og varð nummar 3 í 50 firvald, aftanfyri Johannes Dietrich og Frédérick Bousquet. Og Mankoč – ja, hann er tann sum vann EM í 100 firvald á stuttgeil í 9 ár á rað, fyri síðani ‘bara’ at gerast nummar 3 í fjør 🙂

Ger viðmerking