Ein dag hava svimjidraktir kanska eiturkoppahár

Granskarar á University of Florida hava mennt eitt plastevni sum er “nearly perfect hydrophobic” (altso næstan fullkomiliga vatnavvísandi), við at herma eftir teimum elalítlu hárunum á eiturkoppi. Plastevnið riggar líka væl í køldum sum í heitum vatni, og er sjálvreinsandi við tað at vatnið tekur allan skitt við sær. Eiturkoppar brúka hárini til bæði at halda seg turrar, og til sum her í videoini niðanfyri, at kunna draga luftbløðrur við sær undir vatn. Les physorg.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.