Danska Micha Østergaard greiðir her á svoem.dk frá sínari venjingarlegu í "Olympia Stütz Punkt Berlin", har hon nú í eina tíð hevur vant saman við Britta Steffen og øðrum. Eitt áhugavert innlit í hvussu tey í løtuni venja "meget alternativ i forhold hvad de plejer", við éinari venjing í hylinum um kvøldið, typiskt 7 kilometrar har høvuðsserian er 6 kilometrar, og so annars við styrkivenjing og eftirfylgjandi sprintvenjing í svimjikanal um morgunin, ella 1,5 tíma "fitness" í rúmi sum kann stillast til at simulera at tú ert í 3200 metra hædd. Alt ógvuliga professionelt, í umstøðum sum hon lýsir sum "en lille olympisk by", har íðkarar úr ymiskum ítróttargreinum kunnu búgva, venja og fáa øll sløg av viðgerð, íroknað sólviðgerð ímóti vetrardepressión. Svimjihylurin er ein 50 metra hylur við 8 geilum, svimjikanal, spa og heitum pottum ... bara til hesar olympisku svimjararnar.
Nýggjar viðmerkingar
1 dagur 15 tímar síðani
1 dagur 20 tímar síðani
2 dagar 2 tímar síðani
5 dagar 1 tími síðani
5 dagar 11 tímar síðani
5 dagar 12 tímar síðani
5 dagar 20 tímar síðani
6 dagar 8 min síðani
6 dagar 23 tímar síðani
1 vika 4 min síðani