Micha Østergaard á venjingarlegu í Berlin

Danska Micha Østergaard greiðir her á svoem.dk frá sínari venjingarlegu í “Olympia Stütz Punkt Berlin“, har hon nú í eina tíð hevur vant saman við Britta Steffen og øðrum. Eitt áhugavert innlit í hvussu tey í løtuni venja “meget alternativ i forhold hvad de plejer”, við éinari venjing í hylinum um kvøldið, typiskt 7 kilometrar har høvuðsserian er 6 kilometrar, og so annars við styrkivenjing og eftirfylgjandi sprintvenjing í svimjikanal um morgunin, ella 1,5 tíma “fitness” í rúmi sum kann stillast til at simulera at tú ert í 3200 metra hædd. Alt ógvuliga professionelt, í umstøðum sum hon lýsir sum “en lille olympisk by”, har íðkarar úr ymiskum ítróttargreinum kunnu búgva, venja og fáa øll sløg av viðgerð, íroknað sólviðgerð ímóti vetrardepressión. Svimjihylurin er ein 50 metra hylur við 8 geilum, svimjikanal, spa og heitum pottum … bara til hesar olympisku svimjararnar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.