Junior/Senior og Masters svimjistevna í Klaksvík tann 13. mars 2010

Viðfest er innbjóðing til Junior/Senior og Masters svimjikapping í Klaksvík, leygardagin 13. mars 2010. Ein ørvísi svimjistevna, har juniorar og seniorar svimja innleiðandi riðlar í 50 metra greinunum í morgunin, umframt beinleiðis finalur í 100, 200 og 400 blandað. Og har Masters so seinnapartin kappast í 50 og 100 metra greinunum, við “útskiljingsfinalum” hjá juniorum og seniorum inn í millum. Masters kappast í aldursbólkum á 5 ár frá 25-29 ár og uppeftir, meðan seniorkappingin er “opin” og juniorkappingin er fyri allar aldursbólkar undir senior. Kravtíð er ásett til seniorar og juniorar, um at kunna svimja í mesta lagi 7 sekund frá føroyska metinum í teimum 50 metra kappingum sum tey luttaka í, og so annars frítt at kunna luttaka í blandað. Tilmeldingin skal vera inni í seinasta lagi 10. mars 2010.

2 thoughts on “Junior/Senior og Masters svimjistevna í Klaksvík tann 13. mars 2010”

Ger viðmerking