Mads Glæsner á venjingarlegu í USA

Danski Mads Glæsner er í hesum døgum á venjingarlegu í USA, har hann venur saman við Zhang Lin og Oussama Mellouli, ið vunnu ávíkavist 800 og 1500 frí á HM í Rom í fjør summar. Teir venja í felagnum Trojan Swim Club hjá venjaranum Dave Salo, sum eisini venur amerikansku Jessica Hardy, og sum er kendur fyri at skipa fyri stuttum men hørðum venjingum, har næstan alt er ‘race pace’.

Her er eitt brot úr tí sum Mads Glæsner skrivar úr USA, á www.svoem.dk:

Stort set hele holdet svømmer kun 1 gang om dagen, udover mig og to andre, Zhang Ling fra Kina og Oussama Mellouli fra Tunesien. Det lyder nok som lidt med kun et vandpas om dagen for mellemdistance svømmere, men hver træning er med meget høj intensitet. Vi svømmer heller ikke særligt mange kilometer, distancegruppen snitter omkring 55-60 km om ugen. Så programmerne er ikke lange, men stort set alt i dem er med fart på. Vi er hele tiden opdelt i grupper af svømmere som matcher hinandens niveau. Derved skal man hele tiden “race”, det skaber et meget højt pace hele tiden fordi der er så mange gode svømmere her og ingen vil tabe til deres konkurrenter, selvom det kun er træning 🙂

2 thoughts on “Mads Glæsner á venjingarlegu í USA”

  1. Hann er tann venjarin í USA við flest dopaðum svimjarum á liðnum :o)

    Annars skal sigast, at OL’08 vinnarin í 400m frí, Tae Hwan Park (KOR) ikki kom væl burturúr hasari venjingini, tí hann alla tíðina var spønaður av at kappast við Ous, sum er betur egnaður til at svimja langt. Park var hjá Salo í gott ½ ár upp til HM í Rom, og sum 200 & 400m svimjari, so var tað sikkurt ov hart at kappast við Ous dag út og dag inn.

    Park toppar annars World Rankings aftur nú í 200 & 400m frí eftir at hann er farin at venja í Australia. 1:46,98 í 200m og 3:45,03 í 400m. Í mun til HM vinnaran Biederman 3:52,76 sum “bert” liggur nr.6 og Ous Mellouli nr.8 við 3:53,11

    Kanska er tað mangul uppá polyurethane superdraktirnar sum gera munin nú?

    1. Helt tað vera nóg avdúkandi at nevna bæði Mellouli og Hardy í sama viðfangi :-S

      Annars skrivar SwimNews nú, at Biedermann sambært honum og venjaranum eru ‘a work in progress’. Hann er ikki heilt ‘har’ enn, men kemur har vónandi, út á árið, við meira venjing. Og her nevnir Biedermann millum annað, at Potsdam Battle Camp var ógvuliga hart fyri hann, við tað at har vóru so lutfalsliga nógvir (góðir) langteinarar.

      Biedermann told SwimNews. “I train only for the middle distance and I had all these guys swimming 10km a session and they are so fast in the training and doing 6km in a row. For me, that was something completely different.”
      http://www.swimnews.com/news/view/7467

Leave a Reply to Treshold Cancel reply