Nú skal man dopingtestast nakin?

Svenska Charlotte Kallas varð kravd at lata seg úr øllum klæðunum, 2 dagar áðrenn at hon vann OL gull í 10 km langrend. Hetta til at tryggja, at hon ikki onkunsvegna kundi smugla annað land enn sítt egna í dopingroyndina, til dømis við at hava eina lítla fløsku uppi á sær. Hetta helt hon so mikið lítið um, at hon eftirfylgjandi kontaktaði ein ítróttarpsykolog, til at umrøða málið. Les spn.dk

http://www.flickr.com/photos/oskarlin/ / CC BY-SA 2.0

Viðmerkingar

Doping kontrollantur sigst at vera keðiligt arbeiði

"The 10 worst jobs in science

...No. 8: Olympic drug tester...

...testers will still find themselves in a lose-lose situation. If they catch a cheat, they anger an entire nation. If they don't nab a cheat who later tests positive, they're berated in the media for incompetence...."
(kelda: msnbc.com)

Ovast á listanum finnur man havfrøðingar og kloakk-kavarar.

Doping kontrollantar hyggja at meðan ítrottarfólk pissa

Anne-Marie Elbe, ítrottarsálarfrøðingur á Keypmannahavns Universitet, staðfestir í einari kanning at fleiri ítrottarfólk missa hugin at vinna kappingar, ið beinleiðis krevja dopingroyndir, tí doping kontrollantar skulla hyggja, meðan pissa verður. Ein loysn kann vera at brúka markørar í vatninum, sum ítrottarfólkini fáa undir dopingroyndini.

Kelda: berlinske.dk.