Danska Svimjisambandið droppar EM á stuttgeil 2010

Danska Svimjisambandið hevur valt ikki at vilja verja til dømis evropameistaraheitið hjá Lotte Friis í 800 frí, av tí at evropameistarastevnan á stuttgeil eftir ætlan er bara tríggjar vikur áðrenn HM á stuttgeil. EM skal eftir ætlan verða frá 25. til 28. november 2010, har HM í Dubai verður frá 15. til 19 desember. Men LEN hevur ikki enn funnið sær ein fyriskipara til EM, og fólk eru tí av álvara farin at ivast, um tann stevnan yvirhøvur verður. Danski formaðurin í teknisku nevnd hjá LEN, Søren Korbo, sigur sambært Politiken, at LEN hevur sáttmála við EBU, Arena og aðrar sponsorar, um at stevnan altso skal vera bæði í 2010 og 2012, og at hon tí verður. Møguliga kemur ein avkláring longu nú í vikuskiftinum, tá ið LEN skal møtast til fundar. Les politiken.dk og swimnews.dk

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.