Danir mennt OL stigaskipan við tilmæli til framgongd

Danska svimjisambandið hevur eftir øllum at døma gjørt sína egnu OL stigaskipan, har 1000 stig eru tað sum tey vænta fer at krevjast til at koma í finalu á Olympisku Leikum. Hartil hava tey eina “anbefalet udviklingskurve”, sum lýsir hvussu svimjararnir kunnu røkka hesum málum tá ið mennirnir eru 22 og kvinnurnar 20, “via en naturlig og forsvarlig udvikling år for år fra årgangssvømmere til seniorsvømmere. Og alt er enntá gjørt soleiðis, at tú við einum interaktivum “OL pointberegner” kann tasta tíðir inn hjá svimjarum frá tí at genturnar eru 9 og dreingirnir eru 11, og so síggja hvussu tey fyrihalda seg í mun til viðmældu framgongdina. Sí her á svoem.dk

OL pointberegner

5 thoughts on “Danir mennt OL stigaskipan við tilmæli til framgongd”

  1. At duga og tora at áseta teirra meting av, hvat sum fer at krevjast til at sleppa í OL finalu (vælsagtans í London í 2012). Og hartil at tora at viðmæla hvussu skjótt ein svimjari skal svimja tá ið hon er 9 ár, til at hon kann koma við í OL finalu tá ið hon er 20. OK, teir hava sikkurt ‘bara’ valt at brúka hagtøl og onkra ógvuliga viðurkendur teori um viðmæla progressión hjá børnum. Men hattin av fyri teimum, allíkavæl 🙂

    1. Um tú hyggur at grafinum hjá einum 19 ára gomlum, setur hansara (Pál) tíð inn, so svam hann sum 18 ára gamalur betur enn tað teir meta er nokk tá ið ein er 19. Altso er teirra meting at hann er góður nokk til eina OL 2012 finalu í 1500m.

      Spurningurin er so, hvussu nógv skal ein leggja í hetta?
      Eg havi ikki sett meg inn í teirra hugsan, men hava teir nýtt OL’2004-2008 sum eitt dømi uppá útvikling?
      Eg trúgvi at kvinnurnar svimja nakað tað sama, men tað verður eitt sindur á muni hjá monnum nú teir ikki fáa loyvi til at nýta draktir. Serliga bringusvimjing sum okur longu hava fingi nakrar ábendingar um.

  2. Har er eitt leinki í OL Pointberegner forritinum, til hetta PDF skjalið:
    http://www.svoem.dk/billeder/LarsSorensen/beskrivelseolpoint.pdf

    Har stendur sum væntað, at talan er um teori, og at tað tí sjálvsagt skal vera pláss fyri frávikum hjá hvørjum einstaka. Men annars, at man skal royna at plotta so nógvar greinar inn har sum gjørligt, hjá hvørjum einstaka, og heldur leggja doyðin á tær greinar har íðkarin er veikur, enn at betra um greinar har svimjarin longu er betri enn tað teoretiskt optimala.

    Der skal være mulighed for progression i træningen hele vejen igennem svømmernes karriere, og der er derfor ingen grund til at øge træningsintensiteten for svømmere som ligger over kurven.

    Nøkur onnur góð ráð:

    – Brug kun kurven i medley og distance crawl til årgangssvømmere.
    – Sæt kurven i forhold til fysisk udvikling (eksempelvis højdevækst per år).
    – Sæt kurven i forhold til træningsmængde.
    – Brug kurven til at evaluere det program du tilbyder dine svømmere.

Ger viðmerking